Fær Skála stig í Norðragøtu sunnudagin, so verður talan um søguligan dyst.
Í gjár skrivaðu vit um, hvussu trupult HB, NSÍ og KÍ hava tað í Gundadali, Fløtugerði og Dungasandi. Og skulu vit trúgva hagtølunum, so vera B36 og Víkingur stóru vinnararnir komandi umfar. Víkingur hevur nevniliga ongantíð mist nakað stig á heimavølli móti Skála, sum er mótstøðuliðið sunnudagin.
Úrslitini eru hesi:
2016: Víkingur-Skála 4-0
2016: Víkingur-Skála 4-1
2014: Víkingur-Skála 5-0
2008: Víkingur-Skála 2-1




