Um vit samanbera stigatalið við í fjør, so eru tað serliga ÍF, sum hevur heilt øðrvísi kappingarár.
ÍF hevur nógv størstu afturgongdina við 15 stigum færri enn um somu tíð í fjør. B36 hevur 6 stig færri, meðan tað hjá restini av liðunum líkist nógv í fjør. Skála hevur størstu framgongdina, hóast hon bara er uppá 3 stig.
Munur í stigum millum kappingarárið í ár samanborið við í 2016:
+3: Skála
+1: Víkingur
0: NSÍ
-1: HB
-3: KÍ
-6: B36
-15: ÍF
TB/FC Suðuroy/Royn spældi ikki við, men felagsliðið hevur 7 stig fleiri, enn TB hevði í fjør. Báðir uppflytararnir EB/Streymur(14) og 07 Vestur(11) hava fleiri stig enn niðurflytararnir í fjør AB (9) og B68 (6).




