Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála missur tveir leikarar

Jákup Ósá

Skála hevur fingið 6 nýggjar leikarar í hópin og væntandi missir liðið bara tveir leikarar

Skála hevur fingið 6 nýggjar leikarar í hópin og væntandi missir liðið bara tveir leikarar, sum spældu við í ár.

Kaysten Rasmussen er formaður í Skála Ítróttarfelag. Uppá fyrispurning uppá, hvussu nógvar leikarar Skála missur ímun til hópin, sum í ár flutti upp, so sigur hann, at sum tað sær út í løtuni, so missa teir bara miðverjuleikaran Petur Paula Mikkelsen og verju/miðvallarleikaran Poul G. Olsen. Tann fyrri fer av landinum, meðan tann seinni fer aftur til EB/Streym. Teitur R. Joensen lesur uttanlands, so hann verður ikki tøkur alt kappingarárið.

Skála hevur higartil styrkt seg við 6 leikarum og er tað felagið í Effodeildini, ið higartil hevur fingið størstu tilgongdina. Pauli G. Hansen, Álvur Christiansen, Rógvi Ryggshamar, Andras Gango, Jonhard Frederiksberg og Fritleif í Lambanum eru higartil komnir til og felags fyri næstan allar hesar er, at teir hava nógvar royndir úr Effodeildini. Kaysten sigur, at sum útgangsstøðið væntar hann ikki, at Skála styrkir seg meira, tí á Skála meta teir, at hópurin nú hevur styrkina til at halda sær uppi í Effodeildini. Men hinvegin skal tað ikki avskrivast, um onkur óvæntaður møguleiki stingur seg upp við onkrum leikara, sigur hann.

Skála vann 1.deild í ár í stórum stíli. Liðið tapti bara ein dyst og skoraði heili 96 mál í teimum 27 dystunum.