Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála slapp við javnleiki

John William Joensen

var niðurstøðan hjá KÍ viðhaldsfólkunum eftir dystin sunnudagin

Undan dystinum vóru tað nokk tey fægstu sum høvdu roknað við at KÍ megnaði at gera nakað við Skála, men sum dysturin leið var tað KÍ sum var omaná.
Men einki mál komi í dystinum hóast tað vóru fleiri vandamiklar støður. KÍ liðið gjørdi sær stóran ómak við at demma fyri í síðunum og hetta hevði Skála einki mótsvar til.
Miðvøllurin hjá KÍ stóð seg eisini sera væl í verjustøðu og hetta gav góðar kontramøguleikar sum áttu at givið mál. Men eyðkenni fyri KÍ í ár hevur verið vantandi hepni í avgerandi støðum og hetta vísti seg eisini at vera galdandi fyri dystin sunnudagin.

Mál kolldømt
KÍ liði vísti gott samanhald og tað sást at leikarar hildu fast um verjukenda taktikkin og hetta tryggjaði KÍ eitt týdningarmikið stig.
Tá umleið eitt kvarter er eftir at leika far KÍ bóltin í netið. Arnold Joensen kemur ígjøgnum á høgra vongi og trekkir heilt aftur til baklinjuna. Ein sending kemur inn fyri og Kristoffur Jakobsen setur fótin undir bóltin sum siglir í handara horn og frøði á klaksvíkingum. Men linjuverjin hevði flaggið á loftið fyri at bólturin skuldi hava verið uttanfyri baklinjuna. Hetta vóru viðhaldsfólk, sum høvdu sama útsýnið sum linjuverjin, púra ósamd í, men dómarin kolldømdi málið.
Góða úrslitið gevur vón um at KÍ fer at megna at vinna seg longur fram á stigatalvuni, men hóskvøldi verður sera týðandi dystur móti botnliðnum VB í Klaksvík.
Tað hevur alstóran týdning fyri KÍ at vinna dystin, men hetta verður ikki nøkur løtt uppgáva tí vábbingar hava eins nógv brúk fyri stigunum.
Síðani skal KÍ spæla ímóti ÍF í Klaksvík so teir komandi tveir dystirnir hava alstóran týdning fyri KÍ.