Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála styrkir um hópin

Jákup Ósá

Nýggjur miðvallarleikari hevur gjørt sáttmála.

Skála skrivar: Skála ítróttarfelag hevur í kvøld gjørt avtalu við svenska miðvallarleikaran Rasmus Andersson fyri restina av kappingarárinum.
Hóast EFFO-liðið hevur klárað seg væl higartil í ár, so er hópurin tunnur og var vandi fyri, at leikbann og skaðar kundu raka meint, um vit ikki fingu leikarar afturat í summarsteðginum.
Rasmus hevur mesta av yrkisleiðini leikt við Falkenbergs FF, har hann millum annað hevur leikt 4 dystir í Allsvenskan og 7 dystir í næstbestu svensku deildini. Í ár skifti Rasmus til Ørn Horten í triðbestu deildini í Noregi har hann hevur spælt fram til summarferiuna.
Rasmus verður lýstur sum ein skjótur ágangandi leikari, og sum kemur við góðum innleggum eisini.
Vit vóna at Skála-fjeppararnir taka væl í móti Rasmus, og geva honum tíð at fella til í Føroyum og í hópinum, skrivar Skála. 


Skála liggur á 7. plássi við 17 stigum og hevur gott útgangsstøðið at klára at halda sær í deildini, sum høvuðsmálið hjá einum uppflytara helst altíð er.