Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála vann 1-0 á KÍ

John William Joensen

KÍ megnaði ikki at fáa nakað mál á Skála í dag

Við at vinna á KÍ fór Skála tvey stig fram um KÍ á stigatalvuni.
Vit frætta av Skála at hóast dysturin var tættur so lá Skála oman á og John Petersen effektin heldur fram.
Við at vinna á KÍ hevur Skála vunnið fýra dystir á ræð.

——–

Gongur javnt á

Nú 15 minuttir eru eftir er Harley Bertholdsen komin á vøllin ístaðin fyri Kristoffer Jakobsen

——–

Vit frætta av Skála at tað gongur javnt á – málmøguleikar eru báðar vegir. Bert 15 minuttir eru eftir at leika.

——–

Hálvleikur og Skála á odda

– Tað hevur verið sera lítið at sæð til fótbóltsspæl i dag, sigur Harley Bertholdsen, sum situr á beinkinum hjá KÍ

– Lítið fótbóltsspæl, mest gypp og fáir málmøguleikar, sigur Harley Bertholdsen í stuttari viðmerking í hálvleikinum.

– Málið sum teir fingu var sera lumpið. Pauli G. Hansen, skjýtir eitt langskot og fangar Meinhard Joensen ov langt úti.
– Í seinra hálvleiki verður vindurin ímóti hjá okkum, so kanska fer tað at vera lættari hjá okkum at spæla, sigur Harley.

KÍ liðið:
Málmaður: Meinhard Joensen
Verjan: Sigmund, Jan, Høgni og Leon
Miðjan: Kristoffur, Kristian, Símun og Heðin.
Álopið: Gunnar og Paul.

———–

Nú 20. minuttir eru leiktir frætta vit, at Skála hevur havt eitt sindur av yvirvág hóast lotið hevur verið við klaksvíkingum.

Tó hava eingin málmøguleikar verið, men fyri lítlari løtu síðani endaði í langskot í KÍ málinum.

Skotið var úr umleið 20 metrum og bólturin fór upp um Meinhard Joensen í KÍ málinum, og vindurin trýsti hann niður undir tvørsteingina.

1-0 til Skála, so í løtuni sær út sum um siðursrøðin hjá John Petersen fer at halda fram.