Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála vann ársins fyrsta sigur

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í nærum 6 ár vann Skála ein dyst í bestu mansdeildini, tá Skála fult uppiborið vann 2-0 móti KÍ í seinasta dystinum undan summarsteðginum.

Talan var sum heild um ein javnan dyst, har sera fáðir mál møguleikar vóru og har leikferðin var lág. Í fyrra hálvleiki hevði KÍ størsta møguleikan í dystinum, men liðskiparin Páll A. Klettskarð, sum ikki hevur verið serliga hvassur í ár, rakti ikki málið. Í seinna hálvleiki bleiv leikferðin kanska nakað hægri, men KÍ kom ongantíð inn í hendan dystin. Skála legði seg á odda í 72. minutti við máli frá Holgar Djurhuus og løtu seinni økti Ólavur Mikkelsen. 2-0 var endaliga støðan.

Sum heild var talan um ein fult uppibornan sigur, tí botnliðið átti teir størru møguleikarnar í einum illa leiktum dysti. Men Skála vildi tað meira og vann at enda uppiborið.