Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg fer av Klaksvík ídag

Oliver Joensen

Eftir ætlan verður farið av Klaksvík ídag kl. 11.00 og leiðin gongur í Barentshavið. Til ber at fylgja Skálabergi á webcam her á portalinum.

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur við Norðlýsið, at ætlanin er at Skálaberg skal loysa frá Kósabrúnni ímorgun kl. 11. Uppá fyrispurning okkara um útlitini, sigur Hanus, at kvotan hjá teimum er nakað minni í ár, men annars sær gott út fyri fiskiskapinum í Barentshavinum.
Seinasta túr fiskaðu teir 770 tons tilsamans. 460 tons vórðu landaði í Føroyum, ímeðan restin var landað í Noregi í samband við at Skálaberg tá samstundis var til garantieftirlit á verftinum í Kirknes.
41 mans vera við Skálabergi nú hann fer eystureftir.