Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg fer út aftur kl. 8 í kvøld

Oliver Joensen

Vit hava verið í býnum, men av tí at vit vóru so seinir inn, vóru allir handlar stongdir, bert kioskir og bensinstøðir eru opnar.

Honningsvåg, sum flestu fiskimenn í føroyum munnu kenna, er vorðin ein lítil býur, fyri fáum árum síðani búðu umleið 8000 fólk í býnum, men ídag eru tey bert 3000, so sigast má at afturgongdin hevur verið stór.
Skálaberg kom inn ídag um tvey tíðina, men slapp ikki at kaj fyrr enn um fýratíðina og hetta gjørdi at nærum allir handlar vóru stongdir. Vit hava tó verið í landi og keyptbløð og annað gott og vit fara útaftur kl. 8 í kvøld, sigur ein av manningini á Skálabergi.
Fjøllini kring fjørðin har Skálaberg nú bunkrar eru høg, og tí hava vit havt trupulleikar við webcam. Men tá teir aftur fara at sigla í kvøld kl. 8 fáa vit helst samband aftur. Hóast kavi er á myndunum av landinum, siga teir umborð, at tað er +1 grad og sera gott veður og allir biðja okkum heilsa heima.