Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg fingið maskinskaða

John William Joensen

Norskir fjølmiðlar skriva at Skálaberg fekk maskinskaða uttanfyri Røyra í gjár men einki verður sagt um orsøkina

Norska heimasíðan www.heroynytt.no skrivar at 75 metra langi føroyski trolarin Skalaberg fekk kl. 17 í gjár motorskaða í Skinnabrokeia, millum Røyra og Kjelhomen. Ein trolari kom honum til hjálpar.

Klokkan 18:45 kom sleipibáturin Multi Mammut frá Ålesund á staðið og yvirtók sleipið.

Kl. 21:30 setti Multi Mammut kós móti Ålesynd við Skalabergi á sleip.

Einki verður sagt um orsøkina til óhappið men Skálaberg hevur júst verið til umvælingar á skipasmiðjuni við Myklebust Mek. Verksted í Gurskebotn.