Ein av fyrstu døgunum kemur Skálaberg væntandi aftur av fyrsta túrinum í Irmingahavinum.
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at hóast smávegis trupulleikar á verksmiðjuni á Skálabergi, hevur skipið rigga sera væl og teir hava um 300 tons av kongafiski inni.
Nú Skálaberg kemur heim, verður roknað við at hann kemur at liggja umleið eina viku á Klaksvík áðrenn hann aftur fer eystureftir.
Orsøkin er, at ein smápakkilinja skal setast í verksmiðjuna umborð. Ætlanin við hesum er, at Skálaberg skal kunna framleiða liðnar fiskaportiónir, soleiðis at vørurnar kunnu fara beinleiðis av skipinum og í kølidiskarnar hjá handlum kring um í Europa og aðrastaðni.
Hetta er nýtt, tí so vítt okkum er kunnugt, er einki annað skip í somu vinnu sum Skálaberg sum góðskar vørurnar so nógv.
Skálaberg hevur eisini møguleikan at royna við trimum trolum samstundis. Upp á fyrispurning okkara um teir hava roynt at trola við trimum trolum hendan túrin sigur Hanus Hansen, stjóri, at tað hava teir ikki. Í Irmingahavinum hevur bert verið roynt við flótitroli ímeðan teir tríggir trolbanarnir umborð eru ætlaðir til botntrol, sum verða nýtt tá skipið er á toskaveiðu.




