Skálaberg hevur í løtuni 920 tons av flaki inni og fiskarríði hevur verið sera gott
– Teir hava fiskað í góðar tveir mánaðar og alt hevur gingið sera væl, sigur Hanus Hansen reiðari.
– Ætlanin er at fiskað uppí skipið sum er umleið 1100 tons, sigur reiðarin sum staðfestir at prísirnir sum hava verið sera lágir eru á veg uppeftir í løtuni.
Skálaberg roynir í russiskum sjógvi í Barentshavinum.




