Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg í Barentshavinum

Oliver Joensen

Tað hevur gingið hampuliga hjá Skálaberg síðani hann kom á fiskileið fyri umleið trimum vikum síðani.

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur við Norðlýsið, at vanliga rokna teir ikki við at august september er besta tíð eystanfyri, men tó hevur Skálaberg havt brúkiligan fiskiskap. Teir vóru á fiskileið fyri umleið trimum vikum síðani og hava 160 tons inni. Vit rokna vanliga við at 200 tons um mánaðin er hampuligur fiskiskapur, so vit skulu ikki klaga.
Skálaberg royndir í løtuni í russiska partinum í Barentshavinum og tað er toskur og hýsa, sum teir framleiða burturúr.
Sum kunnugt hevur Norðlýsið webcam umborð á Skálabergi og tey, ið hava hug at fylgja við veðrinum hjá teimum  og kanska nær ljóst og myrkt er, kunnu trýsta seg inn á webcameraið her á síðuni.