Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg ikki heima á jólum

Oliver Joensen

Á webmyndatólinum her á síðuni, sæst at Skálaberg liggur við bryggju og teir eru inni í Kirknes í Norðurnoregi og landað.

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur við Norðlýsið, at Skálaberg leggur 315 tons upp í Kirknes. So skjótt hann er liðugur at landa, verður farið út aftur í Barentshavið. Roknað verður við, at Skálaberg verður klárur at fara út aftur ímorgin hósdagin.
Hanus Hansen sigur, at fiskiskapurin hevur verið brúkiligur hendan túrin og hann roknar við at Skálaberg verður ikki heima aftur fyrr enn fyrstu vikuna av januar 2005.