Í seinastuni hava tíðindi gingið um at JFK-Trol skal hava selt Skálaberg og keypt ein grønlendskan trolara í staðin, men hetta avsannar Hanus Hansen.
Eg veit ikki hvar tíðindini eru frákomin, sigur Hanus Hansen og sigur at hann sjálvur eisini hevur hoyrt hesar søgur. Tað einasta sum eg kann hugsa mær at hesar søgur eru sprotnar burturúr er, at grønlendingar hava verið her og hugt at fabrikkini umborð á Skálabergi, tá hann var heima seinast. Talan var als ikki um keyp ella sølu.
Hinvegin rokni eg neyvan við at nakað marked er fyri slíkum trolarum í løtuni. Tað liggja fleiri líknandi trolarar í Noregi, sum onki hava at gera og sum helst fáast bíliga, so neyvan høvdu vit fingið nakran prís fyri Skálaberg um so varð at vit seldu hann uttan fiskiloyvi, sigur Hanus Hansen at enda.




