Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skalaberg – Kaptain Haymob ella Navmov

Oliver Joensen

Gamli Skálaberg, sum fyrst eitt føroyskt russiskt felag átti undir navninum Kaptain Navmov, men sum síðani eitt russiskt felag hevur átt undir navninum Kaptain Haymob hevur ligið í arest í Tromsø í 8 mánaðar

Úr Tromsø frætta vit, at gamli Skálaberg er umbygdur í hvussu so er partvís til frystiskip. Sum flestum kunnugt var hann ein av stuðlunum undir J.F.K. fyritøkuni sum saltfiskatrolari.
Eftir at hava ligið í Tromsø nú í útivið 8 mánaðar í arest, sigst eitt russiskt-týskt felag at hava keypt trolaran fyri 1,5 millión US$, men søgan sigur einki um, hvar gamli Skálaberg skal fiska í framtíðini.