Eftir at hava verið til fiskiskap í Barentshavinum, verður roknað við, at Skálaberg verður á Klaksvík um tvey tíðina í nátt.
Norðlýsið frættir, at orsøkin til at Skálaberg kemur heim nú, er at hann sleppur ikki í norskan sjógv fyrr enn veiðan, teir hava fiskað í russiskum sjógvi er løgd upp.
Sum skilst, so skal Skálaberg leggja veiðuna upp á Klaksvík. 42 mans eru við Skálabergi hendan túrin.




