Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg leggur um til tungolju

Oliver Joensen

Nú í nakrar dagar hevur Skálaberg ligið í Frederikshavn, har hann har maskinan verður útgjørd til at brenna tungolju.

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at umleggingin til tungolju væntandi verður liðug fríggjadagin og tí verður roknað við at Skálaberg verður aftur á Klaksvík leygardagin.
Hetta er tíðin tá kongafiskaveiðan tekur seg upp í Irmingahavinum, og tí er ætlanin at Skálaberg skal í Irmingahavið á kongafiskaveiðu longu týsdagin um alt gongur eftir ætlan.