Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg rokfiskiskap

Oliver Joensen

Eftir ætlan skal Skálaberg skjótt fara at sigla heim, tí teir skulu vera á Klaksvík hósmorgunin. Men nú er rokfiskiskapur.

Tað kann væl vera, at Skálaberg verður á Klaksvík áðrenn hósmorgunin, sum ætlað, tí ´´i gjárkvøldið frættist, at teir nú fáa so nógvan fisk, at teir lógu stillir og reinsaðu.
Fyrr í vikuni, varð avgjørt at Skálaberg skuldi vera á Klaksvík hósmorgunin, tí kvotan var um at vera uppi, men nú frættist frá Skálabergi, at teir hava rokfiskiskap. Sum skilst eru teir somikið vestalaga og royna, at teir hava stutt at sigla til Føroya.