Skálaberg hevur gjørt ein góðan túr. Teir hava knapt 900 tons og hava fiskað kvotuna, í norskum sjógvi, upp.
Stórsti parturin er toskur. Eisini hava teir fiskað hýsu og upsa.
Teir vóru í russiskum sjógvi inntil trætan við norðmenn kom upp á pláss. Teir hava síðani verið í norskum sjógvi.
Skálaberg fór at sigla heim í dag.
Sum myndin vísir, so hevur lagið verið gott á kokkunum báðum, Heina og Óla, tá ið Liverpool hevur staðið seg væl.
Skipari er Róin Biskopstø.




