Hóast eitt sindur av smátrupulleikum, hevur gingið væl hjá Sjúrðarbergi hendan túrin. Nú hann nærkast landi, ber til at fylgja við á webcam á Norðlýsinum.
Skálaberg fór av Klaksvík í Irmingahavið á kongafiskaveiðu tann 10. mai. Tvær ferðir hava teir verið inni í Islandi orsakað av trupulleikum, eitt nú við spælinum, men seinastu tíðina hevur alt rigga sum tað skuldi og nú teir sigla heim, hava teir knøpp 1000 tons av skráskornum kongafiski inni.
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at ætlanin er at Skálaberg, eftir at hava lagt lastina upp á Kósini, skal í Barentshavið á nýggjan túr.
Roknað verður við at Skálaberg fer avstað aftur 27. juli.




