Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg verður væntandi á Klaksvík sunnukvøldið

John William Joensen

Við fiskarínum hjá Skálabergi hevur gingið væl og í lastini hevur skipið eisini framleiðsluúrdráttir sum J.F.K.-trol ikki áður hevur havt møguleikar fyri.

Hanus Hansen, stjóri á J.F.K.-Trol sigur við Norðlýsið, at tað hevur gingið væl við fiskiskapinum hjá Skálabergi heenda túrin. Fiskiskapurin var eitt sindur lakur í byrjanini, men alt í alt bleiv hetta ein góður túrur.
Nú Skálaberg kemur á Klaksvík, hava teir verið um 2½ mánaða burtur og hava góð 600 tons inni.

Roynt ymist
Eini 50-80 tons av lastini er ymisk framleiðsla úr fiski, sum nú skulu roynast á marknaðinum.
Hanus Hansen sigur, at sigast kann, at skipið hevur framleiðslur úr rundfrystum fiski til fisk í portiónum á smábakkum har bert tvey flakapetti eru í.
Skálaberg fer til Grimsby við lastini, og nú skulu so nýggju vørurnar, sum Skálaberg hevur møguleika fyri at framleiða roynast á marknaðinum.
Vit rokna við, sigur Hanus Hansen, at tað í framtíðini fer at vinda alt meira upp á seg við framleiðslu av liðnari vøru umborð.