Grindin, sum legði beinini í Skálafirði ídag, er mett til 328 skinn, tá ið drápspartarnir eru drignir frá
Grindin, sum legði beinini í Skálafirði ídag, er mett til 328 skinn, tá ið drápspartarnir eru drignir frá
Avgerð er tikin um at býta 18 skinn til Roðan (Vesturskin, Sjóvarlon og Røktar- og Ellisheimið í Runavík) og til Heimið við Blikagøtu.
Tað sum tá er eftir, 310 skinn, verður býtt millum hesar bygdir:
Elduvík
Funning
Funningsfjørð
Skipanes
Søldarfjørð
Lamba/Lambareiði
Rituvík
Æðuvík
Táið seðlarnir eru komnir út, verða hvalirnir koyrdir til omanfyrinevndu bygdir, og heitt verður á bygdarfólkið, í hvørjum einstakum føri, um at skera grindina upp og býta hana í heimapartar.




