Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálafjarðartunnilin: Ja! Brúgv um Skálafjørðin: Nei!

John William Joensen

So stutt kann tað sigast, tá nú prátið aftur er kyknað um brúgv tvørtur um Skálafjørðin, sigur borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen

So stutt kann tað sigast, tá nú prátið aftur er kyknað um brúgv tvørtur um Skálafjørðin, sigur borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen

– Vit vita øll, at Skálafjarðartunnilin eigur at koma, og hann eigur at koma so skjótt sum tilber. Hetta er ein verkætlan, sum við øllum útrokningum og við vanligum viti og skili vísir, at samfelagsgagnið av verkætlanini er sera stórt. Ætlanin, sum arbeitt hevur verið við í mong ár, er ein ætlan, sum við rundkoyring gevur møguleika bæði at fáa fatur á eystara og vestara armi á Skálafjørðinum. Hendan ætlan er tann, sum vit avgjørt meta sum ta einastu røttu loysnina.
– Nú er so spurningurin um brúgv um Skálafjørðin aftur komin á breddan, og undrar tað meg og helst mangan við mær, at so er. Vit eiga ikki at svara til slíkt, men heldur eiga vit at halda rimmarfast við ætlanina um tunnilin við rundkoyring og tí onga brúgv.

– Skálafjørðurin skal ikki kvettast av við eini brúgv, sum kann forða fyri menningarmøguleikunum á Skálafjørðinum. Her verður serliga hugsað um menningarmøguleikar í samband við komandi oljuvinnu, og í hesum álvarsmáli eiga vit ikki at taka okkum nøkur óráð fyri, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri Runavíkar kommuna í stuttari viðmerking.

Harleywoodpaint