Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skálagarður umrøddur í løgtinginum í dag

Jóhann Lützen

Tað er ein sannroynd, at tað hevur verið sera lítið virksemi á Skálagarði, síðan hann læt upp fyri skjótt 2 árum síðan. Hetta tykist løgið, tí Skálagarður bleiv bygdur, tí tørvurin á stovnsplássum til fólk við seinheilaskaða var ovurhonds stórur. Nú eru skjótt 2 ár,síðan Skálagarður læt upp, men vit mugu tíverri ásanna, at har hevur verið meir enn hálvtómt meginpartin av tíðini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttur

 

 

Seinasta punkt á tingfundinum í dag er umrøða av viðurskiftum á Skálagarði og tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sum vil hava greiðu á hvat landsstýrið ætlar at gera við støðuna á Skálagarði og tískil hevur hon sett hesar spurningar. 

  1. Hvussu nógv fastbúgvandi búfólk eru á Skálagarði dags dato, og hvussu nógv eru til umlætting?
  2. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakað munagott fyri at fáa skikkaði starvsfólk til Skálagarð?
  3. Eru fólk á bíðilista til tey tilboðini, sum Skálagarður kann veita?
  4. Hevur landsstýriskvinnan umhugsað, umonnur enn fólk við seinheilaskaða kundu fingið búpláss í longri ella styttri tíð, ella umlætting á Skálagarði? Um ikki,hevði tað so verið eitt hugskot at t.d. parkinsonsjúklingar, sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og onnur við álvarsomum sjúkum kundu fingið búplássá Skálagarðií styttri ella longri tíð ella umlætting?