Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skalt tú hava ávirkan er neyðugt at tú skrásetur teg

John William Joensen

Hetta siga skúlastýrini í Klaksvík í samband við at val av foreldraumboðum verður til skúlastýrini 25. mai 2004.

Norðlýsið hevur fingið soljóðandi skriv frá skúlastýrunum í Klaksvík: Skúlastýrini vilja minna foreldur á, at ætla tey at fara á val at velja foreldraumboðan í skúlastýrini 25. mai 2004, so eer neyðugt at skráseta seg á ein vallista. Hvørt skúlabarn hevur fingið skrásetingarskjal við til hús, og hetta skjal skal sendast aftur til skúlan. Hetta skrásetingarskjal skal verða sent skúlanum áðrenn 30. apríl.
Síðan verður vallisti gjørdur, og valnevndin skipar fyri uppstillingarfundi á skúlanum, har kunnað verður um valið, og høvi verður at stilla upp valevni og lata inn uppstillingarlistar.
Stýrini meta tað hava týdning, at so nógv foreldur sum gjørligt taka lut í valinum 25. mai, siga skúlastýrini í tíðindaskrivinum.