SKAM-abstinensir?
Leingist tú eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris? Vikuskiftið 8.-10. september hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda.
Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton.
Vikuskiftið endar við eini SKAM quiz, har vit kjósa Føroya størsta SKAM-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.
| Fríggjadagin 8. september | |
| kl. 17.00-17.15 | Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, bjóðar vælkomin og hugleiðir um SKAM og ungdómstilfar í miðlunum |
| kl. 17.15-17.35 | Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur, fortelur, í hvussu stóran mun føroyskur ungdómur fylgir við í føroysku miðlunum |
| kl. 17.40-18.00 | Sara Mering, redaktør á SEIN magazin (DK), tosar um vantandi tilfar til ung í donsku miðlunum |
| kl. 18.00-18.20 | Steðgur |
| kl. 18.20-22.00 | SKAM: Sesong 1 |
| Leygardagin 9. september | |
| kl. 10.00-13.00 | SKAM: Sesong 2 |
| kl. 13.00-13.30 | Steðgur |
| kl. 13.30-16.45 | SKAM: Sesong 2 |
| kl. 16.45-17.15 | Steðgur |
| kl. 17.15-17.45 | Kjak: Ungir føroyingar úr Klaksvík, Havn og Suðuroy fortelja, hví SKAM rakti beint í hjartað á teimum og tosa um, hvat føroyskir miðlar kunnu gera betri, tá tað kemur til ungdómstilfar |
| kl. 17.45-21.45 | SKAM: Sesong 3 |
| Sunnudagin 10. september | |
| kl. 10.00-13.00 | SKAM: sesong 4 |
| kl.13.00-13.30 | Steðgur |
| kl.13.30-16.00 | SKAM: sesong 4 |
| kl. 16.00-17.00 | Spurnarkapping um SKAM |




