Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skamlop helst orsøkin til nógvan royk á Barok

Oliver Joensen

Um 23.30 tíðina var sløkkiliðið boðsent til Barrok, har starvsfólki var rýmt úr húsinum orsakað av nógvum royki.

Karl Marius Poulsen, stjóri á Barok segði tá vit vóru á staðnum, at starvsfólki var júst í ferð við at rigga til at lata upp í kvøld, tá tey varnaðust nógvan royk í Húsinum og streymurin fór.
Fyri mær sýntist tað sum roykurin kom úr kjallaranum, men vit sóu ongantíð nakran eld. Vit valdu at senda boð eftir sløkkiliðnum og at rýma úr húsinum.
Fyri løtu síðani vórðu vit í samband við Sløkkiliðsleiðaran, Finn Hansen, sum segði okkum, at ógvusligur roykskaði var á Barok, og at tað sá út sum skamlop á elskipanina í kjallaranum. Vit hava spulað eitt sindur í kjallaranum og nú er støðan undir kontrol. Vit eru í ferð við at lufta út í húsunum nú.