Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skamlop í fýrrúmi elvdi til nógvan royk í húsum á Garðsenda

John William Joensen

Frá politinum verður sagt at tað var nógvur roykur í húsunum tá húsfólkini vaknaðu. Skamlop var í fýrrúminum og stórur royksskaði, men sum skilst var eingin eldur at síggja.

Fyri løtu síðan fekk politiið fráboðan um eldsbruna í sethúsum á Garðsenda. Sløkkilið, politi og sjúkrabilur vóru boðsend. Politiið sigur at eingin fráboðan er um mannsskaða, men sjúkrabilurin var sendur á staðið sum ein eyka trygd.

Frá politinum verður sagt at tað var nógvur roykur í húsunum tá húsfólkini vaknaðu. Skammlop var í fýrrúminum og stórur royksskaði, men sum skilst var eingin eldur at síggja.