Eg havi nú fleiri ferðir víst á, at Sosialurin er eitt grovt propagandablað fyri javnaðarflokkin og fyri samgonguflokkarnar. Men máti skal vera við at lúgva.
Í oddagreinini í týsdagsblaðnum viðger Sosialurin limaskapin í Norðurlandaráðnum. Har vil Sosialurin vera við, at landsstýrið hevur reist málið á Norðurlandaráðsfundiunum sum var, og at sokallaði Leynafundurin skal hava fingið nýtt lív í málið.
Hetta er sum tað mesta, ið Sosialurin borðreiðir við, beint øvugt av veruleikanum.
Hvat hendi á Leynafundinum??
Á tí sokallaða Leynafundinum góðtók Løgmaður eitt uppskot frá Anders Fogh um, at arbeiðast skuldi ikki fyri fullum limaskapi, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt. Og Løgmaður var úti í fjølmiðlunum og legði eftir Tjóðveldisflokkinum fyri sína støðu um, at vit halda fast um umsóknina um fullan limaskap.
Ætlanin hjá Anders Fogh, sum løgmaður góðtók, var at avgreiða málið við einum politiskum skjali.
Uppskoti um fullan limaskap kom ikki frá samgonguni!!
Men til ársfundin hjá Norðurlandaráðnum sendu Høgni Hoydal og Kári P. Højgaard saman við trimum donskum fólkatingslimum inn eitt limauppskot til Norðurlandaráðið um at taka einmæltu føroysku umsóknina til realitetsviðgerð. Hetta uppskot varð síðani viðgjørt í formansskapinum í Norðurlandaráðnum og formanssskapurin fór síðani á fund við forsætisráðharrarnar í Reykjavík.
Tað er sostatt bara tí, at andstøðutingmennninir hava gjørt sítt uppskot, at málið kom á dagsskrá í Reykjavík. Landsstýrið hevur onki gjørt við tað og heldur ikki Óli Breckmann, sum hevur sitið tvey ár í Norðurlandaráðnum, uttan at hava rætt hond frá síðu at vinna føroyingum fullan limaskap eftir einmæltu samtykt føroyinga.
Tað sær eisini út til, at tað var rætti vegurin at fara hjá andstøðutingmonnunum. Tí umboðini fyri tingini í Norðurlondum síggja út til at stuðla uppskotinum, meðan stjórnarleiðarar og ráðharrar eru ímóti.
Men her hevur sjálvt Anders Fogh Rasmussen eina aðra støðu, enn hann hevði í Leynum. Sosialurin kann bara lesa sínar egnu greinar um málið eftir fundin í Leynum og so lurta eftir, hvat Anders Fogh sigur í dag.
Sosialurin politiskt málgagn burturav!!
Tað hevði sømt seg, um Sosialurin onkuntíð kundi givið teimum eitt herðaklapp, sum veruliga hava stríðst fyri málinum. Tað er tó nakað nógv forlangað av Sosialinum, tí blaði hevur stuðla javanaðarflokkinum í einum og øllum uttan mun til um flokkurin ikki eigur minsta heiðurin av vunnum rættindum.
Men harfrá og so at rósa landsstýrinum fyri teirra støðu til fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, har tað onki hevur gjørt uttan verið ímóti, er skammiligt og als einki við veruleikan at gera.
Áki Andreasen




