(Rættað grein, av misgáum var ikki alt komið við frá byrjan:)
Heilsuverkini í grannalondum okkara eru seinastu árini rakt av hópin av skandalum av øllum handan slagi. Hetta, saman við sparingum, er orsøkin til stóru broytingarnar, sum nú verða gjørdar á heilsuverk í flestu londum, og eisini her hjá okkum.
Nú skal sjúklingurin setast í fokus og menniskjalig atlit takast at sjúkum og veikum í øllum liðum í heilsuverkunum. Sjúklingarnir skulu tryggjast móti skeivari viðgerð og ivasomum “ferðalæknum”, sum kanska eisini hava mist sína autorisatión í øðrum landi. Samtíðis skulu sparingar gerast bæði innan gransking, innkeypi av heilivági, útboði av óneyðugum tilskotum, serveituíngum, serviðgerðum o.s.fr.
Í Danmark hava skandalurnar nærmast staðið í bíðirøðum, og eru eftir tørni viðgjørdar í miðlunum, meðan sovorði her hjá okkum eftir siðvenju bert ferðast í tí dulda.
Ein sálarlækni hevur givið fólki skeiva viðgerð og alt ov stórar mongdir av heilivági – í áravís. Heilsuklinikkir hava ikki lagt til merkis krabbameinssjúkur í bróstunum hjá fleiri kvinnum, og fleiri kvinnur føddu børn við heilaskaða, ella fingu beinleiðis deyð børn á føðistovuni, tí føðinganar vórðu settar í gongd við evninum Misoprosto.
Fólk mugu ferðast langar leiðir fyri at koma til læknan. Bíðast má ov leingi áðrenn tey sleppa til lækna ella framat klinikkum og sjúkrahúsum. Foreldur við álvarsliga sjúkum smábørnum hava sitið samanstappaði í bíðirúmum í tímavís áðrenn tey hitta ein av læknunum. Hetta er ikki nøktandi.
Neyðugt er við gransking. Stórt tal av læknum vilja granska. Hetta er i flestu førum gott og gagnligt. Men læknar eru sjálvandi ikki øðrvísi enn fólk flest. Onkur metir hetta vera ein prestiguspurning. Penngagirndin er kanska stór – og menniskjan veik. Í gransking verðr eisini avdúkað fusk, svik, plagiat og kanska eisini okkurt av grovari slagi. Nakrir læknar eru avdúkaðir og dømdir fyri at misnýta granskingarpengar til privata eginnýtslu ella gávur til sínar næsringar og vinir.
Ávís mál eru meldaði til løgregluna, meðan aðrar sakir hava ført til ógvisligan kritikk móti danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen), ið beinleiðis hevur ignorerað allar blunkandi ávaringarlampur. Danska heilsustýrið hevur handlað alt ov seint uppá innkomnar klagur, og hetta fekk sjálvandi álvarsligar heilsuligar fylgjur fyri hópin av fólki.
Haraftuat mistu danir álitið á, at nøktandi eftirlit er við læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki, sum bókstaviliga skilt standa við menniskjalívum og – lagnum í sínum hondum.
Stór ónøgd er við Sundhedsstyrelsen, og danski heilsumálaráðharrin arbeiðir við at broyta stovnin.
Broytingarnar í heilsustýrinum verða ógvusligar . Starvshópurin verður skerdur úr 700 niður í eini 200 starvsfólk. Heilt konkret verður eftirlitið við autoriseraðum heilsustarvsfólki og heilsustýrinum flutt yvir í eitt nýtt “organ,” : Stýrið fyri Sjúklingatrygd. Har fara eini 300 fólk at starvast. Sjúklingaumboðið verður flutt í nýggja stovnin, sum harvið eisini skal viðgera klagur frá sjúklingum um heilsustarvsfólk og viðgera væl fleiri enn 100.000 frágreiðingar árliga um sonevndu “ ikki ætlaðar hendingar ” í danska heilsuverkinum. Broytingarnar koma um ársskiftið. Ráðharrin væntar, at danir fáa eitt betri eftirlit, sum handlar skjótari, um tað varnast, at læknar ella onnur kunnu vera til skaða fyri sjúklingarnar.




