Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SkandiaBanken nú partur av Eik

Oliver Joensen

Eik-samtakið hevur í dag endaliga avgreitt keypið av størsta internetbankanum í Danmark, ið sostatt er vorðin partur av Eik

Eik Bank Danmark A/S, sum er dótturfelag í Eik-samtakinum, hevur í dag formliga yvirtikið størsta internetbanka Danmarkar, SkandiaBanken A/S, við meira enn 115.000 kundum.
Tann 29. mai 2007 gjørdu Eik-samtakið og stóra svenska tryggingarsamtakið, Skandia, avtalu um, at Eik Bank Danmark A/S keypir SkandiaBanken. Øll formlig viðurskifti eru nú komin upp á pláss, og í dag eru endaligu yvirtøkuskjølini undirskrivað í Keypmannahavn.
Sostatt er SkandiaBanken endaliga vorðin partur av føroyska Eik-samtakinum.
Endaligi keypsprísurin er 626,3 mió. kr., som eisini er eginpeningurin í SkandiaBanken. Bankin hevur við yvirtøkuna eina solvens á 10,5 procent.
SkandiaBanken verður nú lagdur saman við Eik Bank Danmark A/S
Sigur Eik í tíðindaskrivi.

Harleyfacadeacryl