segði Aleksandra á Dul millum annað í røðu sínari tá 3 Tesla MR-skannarin varð tikin í nýtslu. Vit prenta røðuna
Góðu øll somul – hjartaliga vælkomin til hesa móttøku í sambandi við, at 3 Tesla MR-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður tikin í nýtslu.
Hetta er løtan, vit hava sæð fram til.
3 Tesla MR-skannarin er komin, settur upp, kabinan er bygd, og tilhoyrandi rúm eru gjørd til.
Nú er løtan komin at gleðast og vísa takksemi, tí nú er klárt.
—
Tað er ein royndur lutur, at jú meir tú hevur investerað í og kempað fyri einum máli, jú størri verður gleðin, nøgdsemið og takksemið tann dagin, tá tú umsíðir ert komin á mál, og úrslitið av øllum arbeiðnumfyriliggur.
Dagurin í dag er ein slíkur, og eg kann lova tykkum øllum, at í dag er gleðin sera stór – ikki bara hjá starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, men hjá øllum, sum hava givið, hjálpt og investerað so nógv í hesa verkætlan, har íløguparturin nú er fullførdur.
Fyri Klaksvíkar Sjúkrahús er hetta ein stórur dagur – og ja, fyri alt Sjúkrahúsverkið er hetta eitt stórt frambrot, tí nú kunnu hópin av sjúklingum fáa eina tænastu her heima, sum annars bert hevur verið at fingið uttanlands.
3 Tesla MR-skannarin kann sostatt hjálpa mongum tørvandi sjúklingum her á landi, bæði skjótari og ómakaleysari.
Henda gáva fer at koma øllum Føroya landi tilgóðar, tí hon letur upp dyr til nýggjar møguleikar fyri viðgerðum her á landi og slóðar fyri menning og betri tænastum til allar føroyingar.
—
At fáa eina føðingardagsgávu fløvar, men henda gáva til Klaksvíkar Sjúkrahús, og harvið alt Sjúkrahúsverkið, er so stórfingin, at hon hevur uppiborið eina heilt serliga og hjartaliga tøkk frá okkum, sum umboða 125-ára føðingardagsbarnið.
Eg fari tí at byrja hesa røðu við at bera fram eina hjartans tøkk vegna okkum, sum umboða føðingardagsbarnið, til tykkum gevarar.
—
Góðu tit, ið so virðiliga umboða fyritøkur tykkara.
Orð kennast fátøk í dag, men tøkkin, sum eg her royni at seta orð á, kemur úr hjartanum.
Vit kenna okkum av sonnum fløvað og fevnd av hesi gávu, sum fyllir okkum við eyðmýkd og størstu virðing.
Vinnulívið og Sjúkrahúsverkið eru tveir ógvuliga ymiskir geirar í samfelagnum, men henda verkætlanprógvar, at virðingin okkara millum er stór.
Takk av hjarta fyri hesa ómetaliga stóru og, fyri alt land okkara, sera virðismiklu gávu.
—
Mangir leikir eru í drúgvum talvi, sigur orðatakið, og kanska er tað hóast alt ikki so løgið, at nógvir leikir skuldu til, fyri at loysa avbjóðingarnar, tá tvær so ólíkar skipanir, sum privata vinnan og almenna Sjúkrahúsverkið, eru saman um eina verkætlan.
“Um tú snávar, miss ei fótafestið”, yrkir Hans Andrias Djurhuus í einum av okkara vøkru sálmum, og eg skal vera tann fyrsta at ásanna, at byrjanin í hesi tilgongd var trilvandi, men tað sum eg í dag fegnist mest um, er at vit ongantíð mistu málið úr eygsjón og ongantíð góvust at samskapa góðar loysnir.
Og málið var allatíðina – og er framvegis – at tryggja betri tænastur til allar føroyingar.
Eg vil í hesum sambandi bera Føroya Løgtingi, Føroya Landsstýri og Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, eina tøkk.
Somuleiðis vil eg takka Steinari Eirikstoft, forstjóra, og hinum í leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum, fyri stuðul, so vit í felag fingu verkætlanina á mál.
—
Arbeiðið at fyrireika hølini hevur tikið eitt sindur av tíð.
Í tilgongdini hevur okkara maskindeild, saman við Siemens, Landsverk og øðrum veitarum, arbeitt miðvíst og sett seg væl inn í uppgávuna, tí hetta hevur verið ein kompleks uppgáva.
Nógvir koordinerandi byggifundir hava verið, har møguleikar til loysnir hava verið uppi at venda og avgerðir eru tiknar, eitt nú staðseting av MR-skannaranum í mun til gólvstyrki, tekniskar installatiónir, og hvussu hetta kundi avgreiðast í tøttum samstarvi við teir ymisku veitararnar á byggiøkinum.
Trygdin hevur eisini verið nógv í fokus, tí talan er um eitt tól við einari sterkari magnet. Og tá mest stóð á, so funnu hesi dugnaligu fólk dygdargóðar loysnir, og megnaðu samstundis at halda seg til tíðarætlanina.
—
Hetta hálvárið hevur eisini verið serstakt fyri okkara MR-radiografar v.fl. í Sjúkrahúsverkinum, tí hesir hava tikið lut í arbeiðnum, herundir verið við til at taka avgerðir um, hvussu teir fysisku karmarnir kring kabinuna skuldu síggja út. Somuleiðis hava tveir radiografar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verið fastur partur av toyminum á Landssjúkrahúsinum, har hesir hava fingið síðumansupplæring av MR-superbrúkaranum.
Harumframt hava skeið verið hildin í MR-trygd, og føroyskt undirvísingartilfar í MR-trygd er fingið til vega, so starvsfólk bæði á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava kunnað fingið neyðugan lærdóm innan MR-trygd.
Takk fyri.
—
Henda verkætlan hevur órógvað nógv her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men hon hevur eisini givið lív í húsið.
Hon hevur órógvað á tann hátt, at tað hevur verið nógvur larmur frá byggingini, nógv byggifólk hava gingið inn og út við byggitilfari. So er tað alt støvið, sum hevur flogið víðað um í húsinum. Hetta støvið hevur mangan verið stóra samtaluevnið, og okkara reingerðarfólk og deildir hava brúkt nógv ymisk kynstur fyri at halda støvinum aftur.
Eg tori at siga, at henda verkætlan hevur fylt nógv í húsinum – bæði “på godt og ondt”, men samanumtikið hevur tað gingið fantastiska væl.
Eingin ivi er um, at henda til tíðir krevjandi tilgongd hevur sett serliga høg krøv til okkum, sum hava havt ábyrgd av verkætlanini.
—
Nú standa vit so her – klár at taka ímóti fyrstu sjúklingunum.
Hesa vikuna er ein applikatiónsspecialistur hjá Siemens í Føroyum. Hesin skal – saman við okkara MR-radiografum – rigga skipanina til og seta hol á nýggja MR-virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her kann eg avdúka, at skannarin hevur longu verið í gongd, tí ein sjúklingur hevur verið í skannaranum í dag. Kanningin fekk eftir bókini og sjúklingurin var væl nøgdur.


