Sum skilst hevur Skansin Offscore, sum fyri kortum rindaði landinum 32 milliónir krónur fyri at fáa fult ræði á Smyril Line, hevur í morgun seltíslendska felagnum EIMSKIP meirilutan í felagnum fyri 575 milliónir krónir. Afturi í 2011 gjørdi Framtak ein partaeigarasáttmála við Skansa Offshore, sum noyddi grunnin at selja meginpartin av sínum partabrøvum fyri ein fastan kurs, ið varnógv lægri enn marknaðarvirðið á Smyril Line í dag.
Sum skilst hevur Skansin Offscore, sum fyri kortum rindaði landinum 32 milliónir krónur fyri at fáa fult ræði á Smyril Line, hevur í morgun seltíslendska felagnum EIMSKIP meirilutan í felagnum fyri 575 milliónir krónir
Afturi í 2011 gjørdi Framtak ein partaeigarasáttmála við Skansa Offshore, sum noyddi grunnin at selja meginpartin av sínum partabrøvum fyri ein fastan kurs, ið varnógv lægri enn marknaðarvirðið á Smyril Line í dag.
– Tá tú hevur gjørt eina avtalu, so nyttar ikki at iðra teg aftaná, sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaki, í stuttari viðmerking
Sigur eingin annar íleggjari var
– Vit kendu ikki framtíðina hjá Smyril Line tá afturi í 2011. Og gjørdu vit ikki hesa avtaluna, so var helst einki Smyril Line til í dag.
Tað sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaki, tí grunnurin seldi fyri kortummeginpartin av sínum partabrøvum til privata partaeigaran – partafelagið 12.11.11, sum er eitt felag hjá Skansa Offshore.
Hann heldur fast við, at har var eingin annar íleggjari, sum vildi seta pengar í kreppurakta Smyril Line.
Í morgun er felagið selt víðari til EIMSKIP, ljóðar fyri vist.




