Hatta mátti koma. Býráðssamgongan í Havn hevur tikið í egnan barm og sleppur nú sínum ætlanum at byggja nýtt havnarlag upp fyri fornminnið Skansan.
Hatta mátti koma. Býráðssamgongan í Havn hevur tikið í egnan barm og sleppur nú sínum ætlanum at byggja nýtt havnarlag upp fyri fornminnið Skansan.
Hetta eru fagnaðartíðindi fyri øll tey mongu, sum áhaldandi hava víst meirilutanum á, at hetta bar ikki til. Hetta var at gera seg inn á týðandi umhvørvi og eyðkenni fyri Tórshavnar bý.
Her var eisini ætlanin at taka so stórum til fíggjarliga, at tað er ein spurningur, um Tórshavnar kommuna hevði komið burtur úr tí við skinninum á nøsini.
Fráboðanin frá býráðsmeirilutanum kann eisini lesast sum, at hann ásannar at hava spent íløgubogan so høgt, at fleiri aðrar neyðugar íløgur í kommununi vóru komnar í vanda.
Tjóðveldi í minniluta hevur víst á hetta, síðani bygguskráin fyri havnarútbyggingina kom undan kavi. Vit hava eisini víst á, at alternativir møguleikar fyri góðshavn aðrastaðni í kommununi áttu at verið kannaðir samstundis, sum ein skynsom útbygging varð framd av Skansabryggjuni, ið ongantíð varð gjørd liðug.
Nú vita vit ikki akkurát, hvat býr í nýggju ætlanunum hjá býráðsmeirilutanum, men vit eru til reiðar at luttaka í viðgerðini av hesum máli til frama fyri eitt úrslit, sum tænir bæði umhvørvi, borgarum og vinnulívi.




