Í góðveðrinum í dag stuttleikaðu nakrir ungir skatarar sær, við at royna ymisk skatekynstur á rampunum í Klaksvíkar Skatepark.
Í góðveðrinum í dag stuttleikaðu nakrir ungir skatarar sær.
Á skataraparkini í Klaksvík hildu nakar ungir klaksvíkingar sær á gleimi, tá teir skataðu eftir rampunum og royndu síni kynstur. Teir siga, tey ymisku tricksini eru rættiliga nógv í tali, umleið 6-7000. Men rokna teir sjálvir við at meistra umleið 200, harav eru nøkur av old school, sum teir siga. Hetta eru tricks, ið ikki verða roknað fyri at vera serliga torfør.
Teir trúføstu skatarnir, sum flest allir vóru uppá Djúpumýru í góðveðrinum í dag, vóru: Helgi, 14; Bjarni, 13; Dagfinn, 13; Olgar, 12; Markus, 12 og Christian Martin, 12. Christian Martin var fyri stuttum fyri óhappi á breytini og breyt annað beinið.
Á Klaksvíkar Skatepark eru fleiri ymiskir rampar, har teir kunnu flyta seg á skateboardunum. Favoritt breytin hjá dreingjunum er sonevnda pyramidan.
Áhugin fyri skating byrjaði, tá ið skateparkin varð bygd; og tá turt og gott veður er, eru teir ofta í parkini, siga teir.




