52 fólk vóru til eitt serligt ball fyri Heðin Mortensen har rokningin til Tórshavnar Kommunu pr. kuvert var kr. 1.400,-.Tey bodnu vóru býráðslimir bæði núverandi og fyrrverandi umframt fólk í umsitingini. Tilsamans kostaði hátíðardagurin Tórshavnar Kommunu kr 317.104,17 skrivar Dimma í dag.

So skjótt sum Dimmalætting var komið á gøtuna í dag kom tíðindaskriv frá býráðslimum sum hava sitið í fyrireikingarnevndini. Tað er prenta aðrastaðni á nordlysid.fo.
Umframt ein serligan døgurað fyri 52 innbodnum har borðreitt við alskins góðum rættum við 5 ymiskum sløgum av drekkivørum afturvið í Mullars Pakkhús, varð eisini borðreitt fyri 175.000 krónur til eina almenna móttøku har kommuna hevði keypt vín og mæt fyri næstan 200.000 krónur. 140.000 kr. varð brúkt uppá reyð- og hvítvín og ein 35.000 kr varð brúkt til ábit. Ein filmur um jubilarin kostaði 30.000 kr. skilst á innlitið sum Dimma hevur skrivað um í blaðnum í dag.
Tilsamans kostaði hátíðarhaldi kr. 317.104,17 og øll matarskráin er prenta í dagsins Dimmalætting.
Ballið “mátti” verða stórt
“…Samanlagt kostaði hátíðarhaldið við móttøku í Dansifrøi, døgurða í Müllers pakkhúsi, stuttfilmi og øðrum, umleið 300.000 krónur, ið sjálvandi eru nógvir pengar. Men havandi í huga, hvussu stórt hetta tiltak mátti vera, um tað í roynd og veru skuldi vera alment í eini kommunu við um 20.000 borgarum, so er hetta ikki so øgiligt, tí tað svarar til, at brúktar vóru umleið 15 krónur fyri hvønn borgara í kommununi….” skriva tveir av fyrireikarunum av stóra ballinum í Havn í lesarabrævið fyri løtu síðan.