Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu økjast í stórum

John William Joensen

Eyðstein Poulsen, fíggjarnevndarlimur í Klaksvíkar Kommunu sigur, at nýggjastu tølini vísa, at higartil í ár eru skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu øktar 14,17% og bara í marsmánaða eru skattainntøkurnar øktar ein triðing í mun til 2014.

Í mars 2014 fekk Klaksvíkar Kommuna 12,5 mió. kr. inn í skatti, og í marsmánaða í ár fekk kommunan 16 mió. kr. inn, sum er ein vøkstur á 27,8% .

– Tað er fullkomiliga burturvið at býráðið hækkaði skattaprosentið, nú virksemið í samfelagnum er í hæddini og inntøkurnar seta met, sigur Eyðstein Poulsen, sum er limir í minnilutanum í Klaksvíkar Býráð.

– Vit í minnilutanum óttast, at meirilutin við at hækka skattin ger Klaksvíkina til eftirbát í fólkavøkstrinum. Allar kommunur vit samanbera okkum við standa í vøkstri og Klaksvíkin skal vera kappingarfør við hesar kommunur sigur Eyðstein Poulsen.

Harleyfacadeacryl