Samanborið við sama tíðarskeið í fjør vaks skattainntøkan hjá Klaksvíkar Kommunu einans 0,23 % og er kanska ein ábending um at vøksturin í skattainntøkunum er í hæddini og fer vantandi ikki at vaksað nógv meira. Ein samanteljing frá TAKS vísir at miðalvøksturin fyri januar- oktober var 4,28 % hjá føroysku kommunum.

Spola vit tíðina aftur til 2008 tá inntøkurnar hjá kommununi eftir einum árið fullu 14%, so eru inntøkurnar fram til í ár øktar 30%.
Sum skilst gav partafelagsskaturin og reguleringin við ársenda 2013 eina øking í inntøkunum uppá góðar 7 mió.kr. fyri 2013 vísir ein uppgerð sum fyri kortum er send kommunum.