Tað er ein stórsigur fyri partarnar á arbeismarknaðinum, at løgtingi samtykti broytingarnar í ALS skipanini, sum stýrið mælti til.
Hesar broytingar hava við sær, at útgjaldi hækkar upp í 20.000 kr, at sjómenn verða ein partur av skipanini og ikki minst, at fiskavirkisskipanin verður munandi broytt til tað betra. Hetta eru stórir batar, ið øll eiga at fegnast um.
Ein onnur broyting er, at hámark er sett fyri hvussu nógv ein skal gjalda inn í skipanina. Hetta merkir, at ein ikki skal gjalda av tí partinum av inntøkuni, ið er omanfyri 650.000 t.kr. Sambært toll og skatt eru tað áleið 762 fólk ið hava eina inntøku omanfyri 650.000 t.kr. Andstøðan fokuseraði mestsum bara uppá hesa broytingina, og vildu hava løgtingi at samtykkja, at onki hámark skuldi verða fyri inngjaldi. Hetta tóku vit ikki undir við. Orsøkin er tann einfalda, at ALS er ein tryggingarskipan, og tí má tað vera eitt lutfall ímillum, hvussu nógv ein skal gjalda inn í skipanina og hvussu nógv ein fær útaftur. Hartil kemur, at vit halda tað vera burturvið um løgtingi ikki virðir semjurnar sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera.
Ongan skattalætta
Tað kann ljóða løgi, at teir breiðastu herðarnir á henda hátt í verðuleikanum fáa ein skattalætta. At geva skattalætta til tær hægstu inntøkurnar í hesum tíðum, heldur Javnaðarflokkurin ikki vera rætt. Samgonguskjalið hevur ongar ásetingar um at gevast skulu skattalættar.
Men skattapolitikkur skal ikki førast gjøgnum ALS skipanina, tað ger man við at broyta skattalógina. Tað gagnar ikki vanliga løntakaranum at ALS uppsamlar meira pening í hesum tíðum. Skipanin hevur eina eginogn á 700 mió og tí er skipanin fíggjarliga sterk. Tað rætta, er tí at tillaga skattaskipanina so at peningurin kemur í landskassan og hann tann vegin, kann verða við til at fíggja okkara vælferðarskipannir.
Samgongan arbeiðir við einum fíggjarpakka og tað er ein sjálvfylgja fyri Javnaðarflokkin at tillagingar verða gjørdar í skattastiganum, so teir breiðastu herðarnir framvegis bera sama part sum innan broytingina í ALS skipanini.
Eyðgunn Samuelsen,
løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin




