Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattauppgerðir sendar út sunnudagin

John William Joensen

Sunnudagin 2. mars verða fyrstu skattauppgerðirnar hjá TAKS fyri 2013 sendar út. Talan er í alt um 38.159 uppgerðir.

Sunnudagin 2. mars verða fyrstu skattauppgerðirnar hjá TAKS fyri 2013 sendar út. Talan er í alt um 38.159 uppgerðir.

Sambært uppgerðunum hjá TAKS fáa í alt 17.041 persónar avlopsskatt. Samlaði avlopsskatturin er 48.950.963 krónur. 1.155 persónar fáa eina rokning – samlaði írestandi skatturin er 2.809.419 krónur.

Hjá 19.963 skattgjaldarum passaði skatturin, sum teir høvdu goldið í 2013, við endaligu útrokningina av skattinum fyri árið.

Er avlopsskatturin minni enn 25 kr. verður hann ikki útgoldin, eins og írestandi skattur á minni enn 100 kr. ikki verður kravdur.

6.078 skulu lata Sjálvuppgávu inn Í alt 6.078 persónar fáa ikki Framskundaða Skattauppgerð sendandi, men í staðin eitt bræv um at tey skulu lata Sjálvuppgávu inn. Tá Sjálvuppgávan er latin inn, verður skattauppgerðin hjá hesum gjørd.

Skattgjaldarar, sum fáa Framskundaða Skattauppgerð sendandi, skulu kanna, um hendan er røtt. Eru feilir í uppgerðini, ella eru upphæddir ikki við, so skal ein lata Sjálvuppgávu inn við røttu upplýsingunum og upphæddunum. Lættast og skjótast er at lata Sjálvuppgávu inn umvegis eSkatt.fo

Hagtøl frá skattauppgerðini 2012 eru at finna her