Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í Klippfisk

John William Joensen

Norðingar eru kendir fyri at hava góðar høvudnar og tísskil hugsaði at hetta hevði áhuga fyri tykkum á Norðlýsingum, skrivar kendi undirhaldarin, listamaðurin, Jákup Weihe

Fríggjadagin og leygardagin í hesari vikuni heldur Klippfisk eitt skeið í leikritaskriving.
Oddfríður Rasmussen heldur skeiðið, aftuat honum hava Jan Berg Jørgensen og Hans Tórgarð hvør sítt íkast.
Her er upplagt hjá teksthøvindum at fáa sær íblástur.

Skráðin fyri skeiði er soleiðis:

Fríggjadagin 8. mei

12.00 Vælkomin og kekka útgerð
12.15 Jan Berg Jørgensen heldur eina introduktión í dramaturgi/stuttfilmadramaturgi
13.30 3 stuttfilmar.
13.45 Oddfríður um hvat replikkir siga um karakterir
14.15 Fyrsta skrivivenjing
15.30 Lesa upp
16.00 Byrja uppá leikritið
17.30 Lesa upp

Leygardagin 9. mei

10.00 Stuttfilmur og stuttsøga. Oddfríður samanber.
11.30 Hans Tórgarð um at skriva leikrit – tips og triks
12.00 3 stuttfilmar
12.30 Skriva víðari
17.00 lesa upp
17.30 Hvussu fáa vit leikritini til film? Fólk frá Klippfisk verða við og møguleiki verður fyri at seta eina filmsverkætlan í gongd.

Kaffi og ábit er ikki fastlagt, men er at fáa allan dagin.

Tit velja sjálvi hvørt tit hava farteldu við ella brúka teldurnar í Klippfisk.
Forritið Celtx verður brúkt. Celtx kann heintast ókeypis frá celtx.com