Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í persónligheitspsykologi & sjálvsvirði

Erling Fles

Lær um persónligheitspsykologi og hvussu okkara sjálvsvirði ávirkar okkum í gerandisdegnum og lívinum annars. Hví ivast vit í okkum sjálvum – eri eg góð/ur nokk? Hví er tað so trupult at siga “nei”? Hví tora vit oftani ikki at siga tað, ið vit veruliga meina? Eru vit sjálvi okkara ringasti fíggindi til tíðir?

Fokusøki eru:

Hvat er persónligheitspsykologi?

Hvat er persónligheit?

Hvat er sjálvsvirði og hvat er sjálvsálit?

Hvussu ávirka tankar og kenslur okkara avgerðir og val?

Hvussu kann eg liva í mun til míni virðir á góðan hátt?

Endamálið er: at læra um persónligheitspsykologi og fáa nøkur amboð til at læra teg sjálvan betur at kenna – og fáa innlit í, hví tú gert, sum tú gert og hví tú tekur tey val, ið tú gert?

Skeiðið er týskvøld frá kl. 19.00-21.00. Byrjan 19. oktober og endar 23. november. Undirvísari er Erling Fles, autoriseraður psykologur við serútbúgving í kognitivari atferðarterapi.

Um tað eru spurningar og ynskir tú nærri upplýsingar skriva teldupost til efpsykolog@gmail.com ella ring á tel. 282726. Vitja eisini facebooksíðuna EFpsykolog.