Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið um reglurnar viðvíkjandi sjúkrafráveru

Lýsingargrein

Kom við á skeið í HR-løgfrøði har vit seta fokus á sjúkrafráveru

Skeið: 30. november 2022 | 10-14

 

 

Tak røttu avgerð

– og slepp undan at ivast

 

Vit kunnu øll verða rakt av sjúku og tí ræður um hjá tær, ikki at leypa framav, tá tú skalt viðgera sjúkrafráveru hjá starvsfólkinum. Tú skalt vera greið/ur, so tú ikki gert støðuna verri.

 

Sjúkrafráveran kann gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum og tað verður tú tí noydd/ur til, sum leiðari, at fyrihalda teg til. Kom og fá greiðu á, hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast, tá tað kemur til sjúkrafráveru.

 

 

Lær um galdandi lógar- og sáttmálareglur

 

Á skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. M.a.

 

nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku,
nær dagpeningaskipanin tekur við,
nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi
o.m.a.
 

 

Á skránni:

 

Hvussu tryggja partarnir sær rætta framferð?
Gjøgnumgongd av reglunum
Sjúkrafráboðan
Løn undir sjúku
Dagpeningareglurnar
Læknaváttanir
Sjúka undir feriu
120-daga reglan
Partvís sjúkramelding
Sjúka í sambandi við graviditet
Um uppsøgn vegna sjúku
 

 

Hesi – og øll møgulig onnur – ivamál, fært tú svar uppá tann 30. november 2022!

 

Les alt um skeiðið og tekna teg her: https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-5-sjukrafravera-5/