Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeiðsdagur í Skálavík: Hvussu umsita vit tilfeingið burðardygt?

tjóðveldi

Fimti skeiðsdagur í Tjóðveldi verður í ungfmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík leygardagin 22. mars kl. 14-17. Tá fara Kjartan Hoydal fiskifrøðingur, Erla Olsen lívfrøðingur og Gunnar Bjarnason búfrøðingur at hava framløgur, ið snúgva seg um okkara lívfrøðiliga tilfeingi á sjógvi og landi. Skeiðsdagurin er fyri øll áhugað.

Kjartan Hoydal fer at leggja fyri við at taka upp spurningin: Hvussu umsita vit livandi tilfeingið í sjónum – fólksins ogn – burðardygt, búskaparliga og lívfrøðiliga?

Harnæst fer Erla Olsen at hava framløgu um náttúru- og umhvørvispolitikk við denti á einar burðardyggar Føroyar. Hon spyr, um viðbrekna føroyska náttúran er óspilt, og hvat skal til, fyri at náttúrutilfeingið á landi verður gagnnýtt burðardygt?

Gunnar Bjarnason búfrøðingur fer at greiða frá, hvussu vit læra okkum at “lesa landið”. Hansara framløga fer at snúgva seg um, hvussu vit nýta lendið, eitt nú við atliti at burðardyggum hagabiti. Eisini fer Gunnar at hugleiða um, hvussu vit nýta lendið í dag, t.d. til bygging og vegagerð.

Skeiðsdagur fyri øll áhugað

Øll eru væl komin at verða við á skeiðsdegnum, sum hesaferð verður í ungmannafelagshúsinum í Skálavík leygardagin 22. mars kl. 14-17. Vinaliga teknið tykkum á telduposti: loysing@olivant.fo ella ring á telefon 229946 ella 224698.

Hyggið á FB-síðuna Politiskir Skeiðsdagar, har meira kunning er at fáa.