Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeiva pakkhús ein røtt avgerð

John William Joensen

Tórshavnar kommuna kann ikki keypa allan miðbýin. Lat okkum fáa lív í miðbýin aftur, skrivar Høgni Mikkelsen, býráðslimur í Havn

22. februar var býráðsfundur, har eitt av málunum var keyp av Skeiva pakkhúsi, men tíbetur fall málið við 7 atkvøðum (6 vóru fyri).







Tey ið vóru fyri at keypa, tosaðu nógv um mentan, men ongin tosaði um hvat fyri mentan skuldi inn í húsið. Tá tey blivu spurd um hvat fyri mentan talan var um, varð svarið “alt møguligt”.







Forkvinnan segði, at býráðið hevði fingið í boði at keypa húsið fyri 12,5. mill., og at kommunan kundi ikki siga nei, tí at tað handlar ikki bara um pengar. Undirritaði spurdi forkvinnuna um hon eisini hevði verið fyri at keypt húsið, um kommunan fekk tað í boðið fyri 20 mió., men tað svaraði hon ikki uppá.







Leivur Hansen, býráðslimur, mælti til at koyra málið í mentamálanevndina, men tað uppskoti fall. trý vóru fyri og fýra ímóti. Seks býráðslimir tóku onga støðu. Tríggir av samgongulimunum í mentamálanevndini høvdu onga støðu og millum tey var forkvinnan Hildur Eyðunsdóttir. So kunnu skattaborgarnir spyrja seg sjálvan hví?







Eg skilji væl hví so er. Tað er tí at tey vita ikki hvat húsið skal brúkast til, men tað er so lætt at keypa fyri skattaborgarans pengar.







Eg vil heita á borgarstjóran um at fylla mentan inn í øll tey gomlu húsini sum kommunan eigur, og tey eru ikki so fá, áðrenn keypt verður meira. (Hann sigur at tað er ávegis). Eitt av húsunum sum kommunan hevur átt í nøkur ár er Müllers pakkhús, men tað er ikki liðugt enn, og tað sum er liðugt verður ikki brúkt nógv til mentan.







Eg vil heita á tykkum samgongulimir um at gera sum Leivur Hansen og taka eina støðu sum tit halda er røtt. Lurtið ikki eftir borgarstjóranum, men arbeiði fyri skattaborgarnar, tí tað er tað tit eru vald til.







Høgni Mikkelsen Býráðslimur



Tórshavn



tann 5.mars 2007

Harleyfacadeacryl