Klaksvíkar kommuna hevði eina skuld á 64 mió krónir í 2004, tá ið samgongan millum Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi legði frá sær.
Vit høvdu niðurgoldið skuldina undanfarnu 4 árini frá 144 milliónir og niður á 64 milliónir. Hetta skuldi verið eitt gott støðið hjá Tjóðveldi og Fólkaflokkinum at bygt víðari á, tá ið hesir flokkar skipaðu samgongu í 2005.
Útlitini vóru góð, tí aftrat hesum kom meira inn í skatti, enn roknað var við. Ì 2005 var skattainntøkan 3,5 mió størri enn væntað, í 2006 var talið 15,2 mió og í 2007 komu 10 mió meir inn, enn væntað. Men samgongan megnaði ikki, at leggja hesi avlop til síðis til verri tíðir, ella at brúka hesa til niðurgjalding av skuld, tvørturímóti.
Hesi somu árini hevur kommunan haft hall á figgjarlógini á hvørjum árið, í 2005 á 2,6 mió, 2006 á 27 mió, 2007 á 8 mió og sambært figgjarætlanini fyri 2008 er roknað við einum hallið á 12 mió men nú frættist at talið verður tað dupulta, eini 25 mió. Nettoskuldin er nú 140 mió og tá er Norðhavnin hildin uttanfyri.
Tað ið eg vil siga, við hesum tølum er, at ólukkuliga støðan okkara kommuna er komin í, skyldast fíggjarpolitikkinum hjá teimum, ið hava stýrt. Tað ber ikki til at skylda uppá gongdina úti í heimi hóast tann gongdin neyvan ferð at gera tað lættari .Tølini tala fyri seg.
Nei til skattahækking
At hækka skattaprosenti við 2 %, sum ein hoyrir ætlanin er, vil eg staðiliga ávarða ímóti. Kommunuskatturin er proportionalur, hetta merkir at hann rakar sosialt skeivt.
Tær lægru inntøkurnar gjalda lutfalsliga meira enn tær hægru. Hesi 2% merkja, at eitt húski við tveimum inntøkum á tilsamans 600.000 t.kr. skal gjalda 950 krónir meira í skatt um mánaðin. Hetta ferð at sláa beinini undan nógvum barnafamiljum, ið hava sett búgv fyri kortum, og kann hetta viðføra at fólk fara at flyta úr Klaksvíkini, heldur enn til hana.
Vit mugu antin skerja ella niðurleggja nakrar av teimum tænastum, ið vit hava í býnum. Hetta verður ikki lætt, men er hóast alt frægari, enn at taka grundarlagi undan hópin av familjum.
Eyðgunn Samuelse




