Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKELKANDI MUNUR Á FØROYSKUM OG DONSKUM PENSJÓNUM

Lasse Klein

Politisku flokkarnir hava kraft at vit skulu hava eitt heilsuverk á hædd við danska heilsuverki. Tað er eisini rímiligt.

Men hví seta teir ikki eisini krav um at pensjónirnar til Føroyskar pensjónistar eru á hædd við tær donsku? Tær donsku pensjónirnar eru 63% hægri enn tær Føroysku pensjónirnar.

Árlig fólkapensjón til giftan pensjónist (bæði fáa hesar veingar):

Danmark Føroyar Munur Munur pr. mðr. Í %
Grundupphædd 69.648,00 39.756,00 29.892,00 2.491,00 57%
Viðbót 34.968,00 30.372,00 4.596,00 383,00 87%
Eykaviðbót 11.900,00 3.804,00 8.096,00 675,00 32%
Í alt 116.516,00 73.932,00 42.584,00 3.549,00 63%


Árlig fólkapensjón til ógiftan pensjónist:

Danmark Føroyar Munur Munur pr. mðr. Í %
Grundupphædd 69.648,00 50.028,00 19.620,00 1.635,00 72%
Viðbót 72.336,00 39.252,00 33.084,00 2.757,00 54%
Eykaviðbót 11.900,00 7.608,00 4.292,00 358,00 64%
Í alt 153.884,00 96.888,00 56.996,00 4.750,00 63%

Tølini á talvuni er skelkandi lesnaður.

Støðan á pensjóns økinum er katastrofal. Tað eru 7.278 pensjónistar í Føroyum í dag, og 2.828 ella 39% hava bert fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av. Stórur partur av teimum eru í fátækravága, og fleiri av hesum hava verði so leingi í fátækraváða, at tey verða mett sum fátæk.

…. og vit hoyrdu øll 80 ára gomlu konuna Almu Petersen úr Klaksvík í útvarpinum, sum var noydd at arbeiða tí hon fekk ikki pensjónina og samhaldsfasta at røkka til lívsins uppihald, og sum ringdi inn til Framsókn og Fólkaflokkin. Fólkini sum skuldu svara vóru sum runnin í stein. Vóru ikki før fyri at greiða frá hvussu viðurskiftini á pensjónsøkinum eru, og VÍSTU við hesum hvussu lítla virðing politiska skipanin hevur fyri teimum gomlu og teirra korum.

Avbjóðingin í dag er fyrst og fremst at bøta um korini hjá teimum fólkapensjónistum sum onga aðra pensjón fáa enn fólkapensjónina og samhaldsfasta, áðrenn farið verður yvir til uppgávuna við vaksandi talið av eldri fólkum í framtíðini.

Lasse Klein,

Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri