Eri so smátt komin fyri meg aftaná skelkin eg havi fingið, og havi tikin pennin í hond, fyri at kunna verja lívið hjá dóttir mínari og hennara líkum.
Skelkurin kom av, at fjølmiðlarnir bera tíðindini um at granskarir nú hava funnið fram til eina nýggja fostursskanning, ið kann avdúkað um barnið ein kvinna ber undir beltið ber brek, nevniliga brekið Down Syndrom, og at hetta skal verða eitt tilboð til kvinnur ið eru við barn.
Eg sum mamma at gentu ið hevur Down Syndrom, misti fullkomiliga luftina. Eg skilti tað nevnliliga soleiðis, at dóttir mín hevur ikki rætt til at livað. Granskarir meina, at dóttir mín er til byrðu fyri samfelagið, og best var tí, at hon als ikki var fødd.
Tá vit fyrstu ferð hoyrdu tíðindini í føroyskum fjølmiðlum, spurdu hini børn míni, hvat hatta veruliga merkti? Eg greiddi so frá, at nú fingu kvinnur tilboð um, at taka fosturtøku, um tær gingu við einum mongoli. Børnini vóru sera skelkað, altso mamma, merkir tað so, at tey ikki vilja hava slík børn sum Jonu? Eg svaraði játtandi og spurdi, um tey høvdu viljað verið Jonu fyri uttan. Nei mamma, tað veist tú væl – hon er so fitt og elskulig, eg elski hana!
Soleiðis var eisini við restini av familjuni, manni mínum, foreldrum, systkjum og vinum okkara, tey vóru týðiliga skelkað er tað virkuliga nakar ið heldur, at okkara fitta sólstrála og lítli eingil ikki burdi verið okkara! Vit eru øll so ótrúliga góð við hana, og hon við okkum. Hon hevur lært okkum so nógv um lívið, og høvdu vit verið fátøk um vit skuldi verið hana fyri uttan.
Eg havi enn ikki fingið nakra nóg góða grundgeving fyri at noktað slíkum børnum lívið.
Fyri tað fysta haldi eg ikki, at hesi børn eru ólukkulig, tvørturímóti hygg efttir teimum hvussu glað tey eru, hvussu tey kunnu spreiða gleði runt um seg.
Fyri tað næsta, so trúgvi eg ikki, at foreldur ikki eru góð við hesi børn, ella vildi sloppið av við tey, nei tey vilja gera alt fyri tey.
Men samfelagið er kanska ikki serliga búgvið til at gera umstøðurnar nóg góðar til slík børn og familjur teirra, her hugsið eg um skúlar, bústovnar, sambýlir,vard arbeiðspláss osfr. So her liggur kanska grundgevingin, men eg haldi ikki at hon er haldgóð.
Tað eru nógv onnur brek til, uttan Down Syndrom, skulu hesi eisini útruddast?
Hvat er tað fyri eitt samfelag har øll eru eins, hvørji virði hevur eitt slíkt samfelag, hvussu verður standurin í einum slíkum samfelag?
Tá slík tíðindi verða borin, so fara tankarnir í gongd, ein fer at hugsað fram í tíðina, um nú hetta tilboð verður ein fastur partur av einum tilboðspakka til kvinnur ið eru við barn, og granskarnir kanska finna fram til aðrar hættir, til at finna útav um kvinna ber barn við øðrum brekum, so samfelagið heilt kann verða frítt fyri fólk við brekið. Ja hvat verður so gjørt, um eitt barn gerst brekað aftaná at vera komin til verðina? Óhugnaligt at hugsað hendan tankan, onkur kanska heldur, at eg fari ov langt nú. Men eg kann ikki lata vera við at seta spurningin, tí eg eri veruliga bangin fyri hvar vit endað, um vit fyrst byrjað við at geva kvinnum slík tilboð, sum umnevndu fostursskanning.
Um vit fáa sáldað hesi børn frá áðrenn tey verða fødd, so sleppur samfelagið frá at brúka pening uppá, at gera karmar til fólk við breki, og hvat tilboð verður so til eitt barn, ið gerst brekað aftaná føðing?
Eg haldi, at mestsum alt her í lívinum gerst meiri effektivt um tað eru fleir faktorar við, tað verið seg familja, arbeiðspláss, frítíðarítriv, vakurleiki osfr. Vit hava øll okkara eginleikar, og teir eru ymiskir frá fólk til fólk, øll eru ikki best til tað sama, men fyri at fáa eina heild, so mugu allir eginleikar til.
Ímyndið tykkum ein urtagarð, har allar blómurnar eru eins og hava sama lit. Ikki serliga fangandi fyri eyga, men eru harafturímóti fleiri sløg av blómum og nógvir litir, ja so er hetta ein frøði fyri eyga. Takið fleirrøddaðan kórsang, tað er ein fragd fyri at oyra at lurtað eftir, og undurfult at hoyrað samanspælið millum sangarnar.
Soleiðis er eisini við okkum menniskjum, vit skulu ikki øll verða eins, tað verður tómt, tað fer at manglað nakað í samfelagnum, sum í einum puslispæli, ein brikkur manglar.
Eitthvørt menniskja er unikt, tað er skapt í bílæti Guds, 1. Mósebók 1,27 sigur: So skapti Gud mennsikjuna í bílæti Sínum. .
Vit siga okkum at vera ein kristin tjóð, byggja á tað kristnu siðalæruna, eitt barn við Down Syndrom er skapt sum Gud vil hava tað at verða, hava vit nakran rætt til at noktað slíkum børnum lívið?
Eg sjálv bleiv mamma at gentu við Down Syndrom sum 21 ára gomul, ja tað var eitt sjokk og ein sorg, eg hevði jú ynskt mær eitt normalt barn, og eg hevði mínar dreymar um framtíðina hjá hesum barni. Men eg lærdi skjótt at hetta ikki var so forferdiligt, eg var akkurát líka góð við hana sum um hon hevði verið normal. Eg tók hetta sum eina serliga uppgávu, ið okkum var tillutað. Okkara dóttir hevur eisini nógvar av teimum fylgisjúkum ið fylgja við Down Syndrom, og má eg siga, at tað hevur verið so nógv truplari enn sjálvt brekið.
Vit hava fingið 2 børn síðani, og havi eg hvørga ferð fingið tikið nakra roynd, ið vísa kundi um barnið bar brek. Eg eri av tí sannføring, at skuldi so borið á, at barnið bar brek, ja so haldi eg at vit
høvdu allar fortreytir fyri at taka ímóti einum slíkum barni.
Men eg má ásannað at samfelagið er komið ótrúliga stutt, við at gera livikorini góð hjá teimum ið bera brek og familjum teirra, og tað hevur verið og er eitt stríð, bara at fáa tær sømdir ið eru ein sjálvfylgja hjá einum normalum barni, og sum ein hevur rætt til. Hetta er bara samfelagnum til skomm!!
Kanska onkur sigur, at eitt barn við Down Syndrom kann forða kvinnuni ið at menna seg og útbúgvað seg. Eg sjálv hevði kanska dreymar um okkurt ávíst, men eg má ásannað at eg havi fingið eina nógv djúpari, breiðari og ríkari útbúgving av at verða mamma at einari gentu ið ber brek., eg havi fingið møguleikar ið eg nokk aldrin hevði fingið um eg ikki átti hana. Tað er umráðandi at hava opin eygu, góðtaka tað støðu ein er í og gera brúk av teimum møguleikum ið ein fær.
Vit hava øll okkara mátistokk um virðir her í lívinum, eg má siga, at mín mátistokkur broyttist totalt, tá vit fingu okkara fittu mongolgentu, hon lærdi okkum hvat verulig lívsvirðir eru!
Eg eri greið yvir at vit ikki steðga granskarum ið at koma við slíkum tilboðum, men politikarnir í Føroyum kunnu avgerða um slík tilboð verða sett í verk í Føroyum ella ikki.
Mín áheitan til politikarnar skal tí vera, latið vera við at nýta pening uppá at seta slík tilboð í verk. Nei, nýtið heldur peningin til at gera umstøðurnar hjá teimum ið bera brek og familjum teirra betri, tað fer at gagnað samfelagnum nógv betri, og gera samfelagið so nógv ríkari!
Anna Maria Joensen, mámma Jonu




