Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skelkur í B36: Lyklaleikari langtíðarskaddur

Jákup Ósá

Undir venjing hóskvøldið hendi tað, sum eingin kring B36 ynskti at síggja ella hoyra um.

Undir venjing hóskvøldið hendi tað,sum eingin kring B36 ynskti at síggja.

Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjáB36, váttar fyri Norðlýsinum, at Lukasz Cieslewicz bleiválvarsliga skaddur hóskvøldið.

– Tað var so óheppið sum tað kundivera. Eg hugdi eftir klokkuni, og tað vóru 10 sekund eftir avvenjingini, tá Róaldur Jakobsen var óheppin og kom at traðkatilvildarliga á fótin hjá Lukasz og bleiv so skumpaður inníknæið. Lukasz stóð fastur í vøllinum og fyribils er Lukasz útií minsta lagi í 4-6 vikur. Knæið er so hovið, so hann skal tilkanningar aftur í kvøld. Tá vita vit kanska nakað meir. Hann erein sera týdningarmikil leikari hjá okkum, so hetta er ein smeiturhjá okkum, sigur Jákup á Borg við Norðlýsið.  

B36 møtir hesum dystum komandi 6 vikurnar: NSÍ heima, Víking heima (steypakapping), HB úti, TB/FC Suðuroy/Royn úti, ÍF heima, EB/Streymur úti, Skála úti og 07 Vestur heima. 

B36 og NSÍ spæla landskappingardyst í Gundadali í morgin kl. 17.00. Seinni hava vit meira um, hvat B36 venjarin væntar av hesum dystinum.